140x140

Um Stovnin

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit.

Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vistskipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar staðfestingar. Umhvørvisstovan hevur matrikul- og verndarfyrisiting, umsitir land- og sjókort, veitir tænastur og granskar innan virki stovnsins.

Við at sjónliggera okkara náttúruvirðir og at upplýsa og kunna um náttúru og umhvørvi, virkar Umhvørvisstovan fyri at fremja umhvørvisvinarligan hugburð og stimbra burðardyggari menning.

Umhvørvisstovan virkar fyri at røkja tær altjóða avtalur, sum Føroyar hava sett í gildi. Umhvørvisstovan tekur lut í norðurlendskum og altjóða samstarvi.

Umhvørvisstovan miðjar eftir at vera ein virkin fyrisiting við fremsta serkunnleika innan tey ábyrgdarøki, sum stovnurin røkir. Stovnurin sær tað, at kunna borgaran, myndugleikar og áhugabólkar, sum ein týðandi lut í virksemi stovnsins, og verður hetta millum annað gjørt gjøgnum virknar heimasíður: us.fo og foroyakort.fo

Umframt nýggj virkisøki og tænastur, røkir Umhvørvisstovan tær uppgávur, ið fyrr vóru á Matrikulstovuni, Tinglýsingarstovuni, Landsfólkayvirlitinum, Skógrøkt Landsins, umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni og orkudeildini á Jarðfeingi. Orka gjørdist partur av Umhvørvisstovuni um árskiftið 2015/16, meðan hini virkisøkini á sumri 2007 vórðu løgd saman í nýggja stovnin: Umhvørvisstovan.

Stovnurin